Ein stólur hátt stendur undir hválvdum steinum
Hann var gjørdur úr skøltum og deydningabeinum
Har sá ein Hel at trúga, hvít var hon heilt til fót
Á krúnuni blá at skoða við fløðandi blóð
Eitt bein hvítur av deyðu væl bleikt undir mána
Hon mun rætti fram til kvíða við hevnd í huga
Tað luktaði av marru, helt tað sum stavur hon
Sum kongssproti hon brúkti hann í grimmari hond
Tað var so stilt har inni, rundanum líksroykur
Ei brúsaði vindur, einans tóm suff kom aftur
Tríggjar fakklar bláligt har við hvønn ein deydning stóð
Skoðaðist í ræðslu við ongum spor av blóð
Har sá maður Tór smíltist, hann vendi sær við
Hann mátti skjótt kvika sær í hina deyðu ring
Hann rópti hátt har inni tá hesi hørðu orð
So fær tað hvørja kvinnu sum skal ei fylgja Tór
Tit ússaligir dárar óttast sár og deyði
Hel tykkum ævigt særa við kvøl og beiski neyð
Tit lótu ei hjálmin prýða høvdið í vígi
Tit vórðu skapt at skelva, so skelv alla ævi
Tínæst tann strongu kempan fór Hel framman fyri
Hann røddina lækkaði í Hels myrkru heimi
Hann segði, nábleik kvinna, tú straffar við rætti
Men standi eg ikki her í sjálvsvild mínari
Til Útgarðs kongs at fara, ásettur hugi mín
Har kundi hann fáa til at eg reikaði inn
Tí sig mær um tú megnar, hvønn veg eg má ganga
Til sterkustu ætta, á Jøtunheim at fara
Hel á Mjølnis brúkara rópti við rødd harðari
Ið klingaði sum svørðið herklæðum ímóti
Far frá mín svarta boga, gakk áfram, har ert tú
Tað blindar meg at skoða tína rósuglæmu
Har vinkaði fimur Tór við einum djarva brá
Sær Loki við mun venda tá ið Hel gekk hann á
Fast blindaði tann dagin, síni eygu so tung
Hon leit á hann og suffaði, hennar spír tað sang