Í Gøtu ein dag
Har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:
Tað skramblar sum heglingsæl - luftin var klár
Tað ýlur av stormi - tó ei rørdist hár
Klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff
Øll Gøta var paff
Øll Gøta var paff
Ei undur var í:
Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð
Lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast
At Trølkonufingur í liðinum brast
Og Kellingin datt, hon stóð har so trygt
Og Risin fekk gikt
Og Risin fekk gikt
Nú vaknaði við
Hin gamli í gjónni og royndi eitt stig
Men tungur var bulur og beinini veik
Tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik?
Hann gandaði Geyta í grøvini lá
So Geyti stóð hjá
So Geyti stóð hjá
Teir heilsaðust so
Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð
Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt
Eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt
Um tingið er sett og um menn lata skatt
Meg lysti at frætt
Meg lysti at frætt
Tað gekk so ein tíð
Og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð
"Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók
Um Sigmund og teg og um kalvan teg tók
Í gandi hvør maður í Føroyum er nú
Nógv betur enn tú
Nógv betur enn tú
Teir sigla í logn
Teir rógva og hava ei árar í ogn
Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág
Úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá;
Hin "rómarski" pávin lá deyður ein dag -
Brátt vistu teir tað
Brátt vistu teir tað
Men fólkið er smátt
Og kvinnurnar detta um miðjuna brátt
Á høvdinum bera tær fjarðar og gras
Og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las
Á monnum er pannan so høg, at eg sá
Hana aftanífrá
Hana aftanífrá
Og alt letur skatt
Og mjøður er bannaður - jú tað er satt
Tað mesta av jørðini fór undir kong" -
Tá suffaði Tróndur: "So aftur í song! -
Men sig hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!"
"Jú, teir selja grýn!"
"Jú, teir selja grýn!"